Tíðindi

Kom við í skránna til mentanardagar!

07.07.2022

Situr tú inni við einum góðum hugskoti til mentanardagarnar í Sunda kommunu, so hevur tú møguleikan at fáa títt tiltak við í skránna.

Mentanardagar 2022 verða í døgunum 8. til 17. september. Eins og undanfarin ár ynskja vit, at mentanardagarnir eru savnandi og at tiltøk verða hildin runt um í allari kommununi.

Vit vilja tí bjóða øllum, sum hava hug og áræði, at koma við sínum ískoyti til mentanardagarnar. Øll hugskot eru vælkomin, einans hugflogið setur mørk.

Kommunan samskipar dagarnar og ger faldara í samband við mentanardagarnar, ið verður borin í hvørt hús í kommununi.

So sita tit inni við einum góðum hugskoti, sum tit ynskja at fáa við í skránna eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við Hildur Durhuus, trivnaðarsamskipari, á tlf. 538145 ella hildur@sunda.fo, í seinasta lagi 18. juli 2022

Tað er ikki neyðugt at tit hava allar smálutir uppá pláss longu nú, men gott at vita um tit ætla at skipa fyri onkrum.

Við vón um at vit saman skapa nakrar spennandi mentanardagar 2022.

Seinastu tíðindi

22
sep
Sanghefti til felagssangin í skúlanum við Streymin
22
sep
Býráðsfundur 25. septembur 2023
18
sep
Tilmeld­ingar­skipanin til frítíðarundirvísing­ina er opin
08
sep
Vælkomin á mentan­ardagar í Sunda kommunu 14. - 24. septembur
08
sep
Umsjónar­fólk til umhvørvisplássið
15
sep
Magnus á Stongum fekk ársins herðaklapp
14
sep
Faldarin til frítíðarundirvísing­ina er komin
11
sep
Áheitan um at rudda økið sunnan og eystanfyri Krás