Tíðindi

Burn Fitness við Márgáir latið upp

14.07.2022

Í dag var almenn móttøka í niðaru hæddini í felagshúsinum við Margáir. Hetta var í sambandi við at Burn Fitness letur nýggja venjingarmiðstøð upp.

Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri og formaður í trivnaðarnevndini, segði nøkur orð og høvið var at síggja sera góðu umstøðurnar, ið hava verið kallaðar tær bestu í landinum. Eisini var møguleiki at tekna sær hald. Afturat Burn Fitness verður fysioterapi klinikk hjá NB Fysioterapi eisini í nýggju hølunum.

Talan er um eitt høli á 240 fermetrar við tilhoyrandi vesi og skiftingarrúmum, ið eru sett av til endamálið. Tað er eitt ár síðani at Sunda kommunu bjóðaði arbeiðið at seta á stovn og reka venjingarmiðstøð við Margáir út alment. Avtala varð gjørd við Burn um at taka sær av rakstrinum og Sp/f HPH Smíð og Sp/f RenoVent um at gera hølini klár.

Tíðarætlanin og avtalan, um at hølini skulu vera klár og tilboðið lata upp á sumri í 2022 hevur hildið og hetta fegnast vit um.

Sunda kommuna ynskir Burn Fitness vælkomnum til kommununa og vónar at tilboðið verður borgarunum til gleði og gangs.

Her síggjast nakrar myndir frá tiltakinum, har fitt av fólkið møtti upp:

Seinastu tíðindi

22
sep
Sanghefti til felagssangin í skúlanum við Streymin
22
sep
Býráðsfundur 25. septembur 2023
18
sep
Tilmeld­ingar­skipanin til frítíðarundirvísing­ina er opin
08
sep
Vælkomin á mentan­ardagar í Sunda kommunu 14. - 24. septembur
08
sep
Umsjónar­fólk til umhvørvisplássið
15
sep
Magnus á Stongum fekk ársins herðaklapp
14
sep
Faldarin til frítíðarundirvísing­ina er komin
11
sep
Áheitan um at rudda økið sunnan og eystanfyri Krás