Tíðindi

Alment útboð av kampingøkjunum í Haldórsvík og við Gjógv

19.07.2022

Sunda kommuna bjóðar við hesum raksturin av kampingøkjunum í Haldórsvík og við Gjógv út alment. Talan er um leigusáttmála hesum viðvíkjandi. Møguligt er at bjóða uppá annað ella bæði økini. Um valt verður at bjóða uppá bæði, skulu tilboðini latast inn í tveimum.

Kampingøkið í Haldórsvík, ið liggur norðanfyri bygdina er áleið 1.800 fermetrar. Á økinum stendur eitt felagshús á 63 fermetrar bygt í 2020. Økið er vælegnað til bæði summar- og vetrarkamping. Sum økið hevur verið skipað er pláss fyri áleið 45 vognum um summari og áleið 60 um veturin.

Við Gjógv er økið áleið 3.500 fermetur. Á økinum stendur eitt felagshús á 40 fermetrar bygt í 2013. Økið er vælegnað til summarkamping og minni egnað til vetrarkamping. Sum økið hevur verið skipað eru 4 teltpláss og pláss fyri 23 vognum.

Sáttmálaskeiðið byrjar 1. september 2022. Sáttmálaskeiðið er 3 ár og 6 mánaðir, við møguleika at leingja upp til 2 ár, um báðir partar eru samdir um hetta.

Leigarin fær allar inntøkurnar og tekur sær av øllum rakstri av kampingøkinum, íroknað bílegging, inn- og útskriving, søla av el-kortum og møguligari aðrari sølu, vasking av hølunum og annars alt samskifti við brúkararnar. Leigarin rindar leigugjald og allar rakstrarútreiðslur íroknað el og olju. Undantikið er trygging av bygningum, sum kommunan rindar.

Meir kunning og tilfar fæst við at senda teldupost til sunda@sunda.fo.

Tilboðini skulu vera inni í seinasta lagi 15. august 2022 kl. 12.00.

Sunda kommuna tilskilar sær rætt at velja frítt millum innkomnu tilboðini ella ikki at taka av nøkrum tilboðið.

 

Seinastu tíðindi

10
aug
Kom við í skránna til mentan­ardagar 2022
08
aug
Hvør skal fáa ársins herðaklapp 2022?
20
jul
Kommunuskrivstovan stongd vegna summarfrí
19
jul
Alment útboð av kampingøkju­num í Haldórsvík og við Gjógv
14
jul
Burn Fitness við Márgáir latið upp
07
jul
Kom við í skránna til mentan­ardagar!
06
jul
Rynkeby vitjar við Margáir
06
jul
Tillutan av hallartímum