Tíðindi

  • Á setanarløtuni til mentanardagarnar í fjør varð avdúkað, at Sofus Debes Johannesen fekk heiðurin "Ársins herðaklapp 2021". Á myndini frá vinstru, Eyðstein Zachariasen, formaður í trivnaðarnevndini, Jóhanna Vang, systir Sofus D. Johannsen og Jógvan Kruse, borgarstjóri

Hvør skal fáa ársins herðaklapp 2022?

08.08.2022

Aftur í ár fer Sunda kommuna, at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiðið, sum er til gangs fyri borgarnar í kommununi.

Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum verða 8. – 17. september 2022.

Øll kunnu senda uppskot

Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2022. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt og hvussu man metur tað er til gagns fyri borgarnar í kommununi.

Uppskotini skulu sendast til sunda@sunda.fo innan týsdagin 30. august kl. 12.00

Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir.

Trivnaðarnevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu uppskotini, ella ikki at velja nakað av teimum.

Tey, sum fyrr hava fingið herðaklappið frá Sunda kommunu eru:

  • 2021 Sofus Debes Johannesen
  • 2019 Andrass Midjord 
  • 2018 Edmund Joensen 
  • 2017 Leguhúsið í Nesvík
  • 2016 Hósvíkar róðrarfelag 
  • 2015 Nicolina av Kamarinum
  • 2014 Johannes Johannesen 
  • 2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík 
  • 2012 Asfinn Sigvardsen 
  • 2011 Esmar Dahl 

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg