Tíðindi

Fyribyrgjandi venjingar fyri borgarar 67+

04.09.2022

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar aftur. Venjingarnar í vetur verða undir leiðslu av NB Fysioterapi.

Venjingar verða í Burn venjingarmiðstøðini við Margáir, mánadag og hósdag kl. 10.30 - 12.00.

Byrjað verður mánadagin 5. september 2022

Tilmelding fer fram á staðnum.

Kostnaður og gjaldstreytir

Borgarin rindar til Burn Fitness:

  • kr.  199 pr. mánað (limagjald), um borgari teknar eina sjálvvirkandi gjalding.
  • kr.  249 pr. mánað, um borgari rindar við reiðum peningi.  
  • kr.  199 Stovningargjald (eingangsgjald)

Avtala um gjald verður gjørd í samband við fyrstu venjing.

Limir í Burn Fitness hava atgongd til venjingarhølini allar dagar í árinum, venjingarhølini eru opin.

Flutningur

Ætlanin er at skipa flutning til og frá venjing. Tekning til flutning skal gerast við at siga frá á telefon 424525, (og síðan trýsta á 1) og uppgeva navn og bústað.  Eisini kann fráboðan um flutning sendast til veks@veks.fo

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl