Tíðindi

Trivnaðarøkið í Haldórsvík um at verða liðugt

08.09.2022

Arbeiði at gera trivnaðarøkið í Haldórsvík er nú komið so langt ávegis, at trivnaðarnevndinin í Sunda kommunu bjóðar til hugnaløtu á økinum í morgin.

Fyri nøkrum árum síðani varð húsið á Bø tikið niður. Síðani hevur man arbeitt við ymiskum ætlanum at skipa økið sum eitt samlingsstað.

Fyrr í ár varð arbeiðið boðið út í innbodnari lisitiation. Uppgávan var at gera eitt savnandi uppihalds- og ítrivsstað, ið samantvinnar áhugamálini hjá bæði yngri og eldri borgarum. Trivnaðarøkið skuldi bjóða til spæl, ítriv og hugnaliga samveru í dagligdegnum, men samstundis eisini kunna brúkast til tiltøk s.s. jólatræshald, Víkardagar, grilling, tónleikaframførslur v.m.. Talan var um heildararbeiðstøku, sum var boðin út líka frá hugskoti til økið stendur klárt hjá borgarum og vitjandi í Haldórsvík at njóta.

Dómsnevndin gjørdi eina heildarmeting av hvør hevði besta lutfallið millum prís, hugskot og góðsku, og kom fram til at BrosDesign, ið er heimahoyrandi í Hvalvík, átti besta tilboðið. Dómsnevndin viðmerkti eisini at uppskoti frá BrosDesign, skilti seg út við at teirra uppskot í mestan mun tók støði í søguni og sereyðkennunum á sermerktu staðsetingini.

BrosDesign fór undir arbeiði fyrst í juni mánað í ár, og trivnðarøkið er nú um at vera liðugt. Hóast tað enn mangla nakrir snøklar at fáa uppá pláss, hevur trivnaðarnevndin valt at taka økið alment í nýtslu í samband við mentanardagarnar í Sunda kommunu. Í tí sambandi verður skipað fyri eini hugnaløtu á trivnaðarøkinum í morgin, fríggjadagin 9. september kl. 17. Eyðstein Zachariasen, formaður í trivnaðarnevndini fer at siga nøkur orð, MOWI bjóðar grillaðan laks og Ragnar í Vík fer at spæla á nýggja pallinum.

Vit vóna at trivnaðarøkið í Haldórsvík verður til stóra gleði fyri bæði bygdafólkið og vitjandi í økinum. Trivnaðarnevndin hevur ætlanir um at gera fleiri økir av hesum slag, runt í ymsu bygdunum, framyvir.

Seinastu tíðindi

18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
27
feb
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu