Tíðindi

Ókeypis skeið í lívbjargandi fyrstuhjálp

02.11.2022

Sunda kommuna bjóðar øllum borgarum búsitandi í kommununi ókeypis skeið í lívbjargandi fyrstuhjálp.

Fyri eina kommunu sum okkara er tað lívsneyðugt, at so mong sum gjørligt duga fyrstuhjálp og at brúka hjartastartara. Hesir førleikar hava avgerandi týdning, um vanlukka hendir.

Tí samtykti býráðið, á fundi fyrr í ár, at allir borgarar eldri enn 14 ár skuldu hava ókeypis fyrstuhjálparaskeið í boðið.

Skeiðið verður á Torginum í Skúlanum við Streymin, leygardagin 19. november kl. 10.00 - 14.00*

Tað verður Jógvan Jensen frá fyritøkuni Ansni Tilbúgving, sum heldur skeiðið. Øll sum luttaka á skeiðnum fáa fyrstihjálpara prógv.

Innihald og skrá:

  • Vælkomin og presentatión
  • Tær 4 meginreglurnar hjá fyrstahjálparanum
  • Vitstøði
  • ABC-skipanin
  • At seta í hálsin
  • Brádligt dánilsi
  • Ymiskar brákomnar heilsustøður
  • Stabil síðulega
  • Yvirlivilsisketan
  • Grundleggjandi lívbjargan
  • Nýtsla av hjartastartara (AED)
  • Hví hjartastartara
  • Praktisk venjing í ”hjartamassasju” saman við nýtslu av AED-Hjartastartara

Frálæran er skipað sum uml. 40% teori og 60% praktikk.

Tilmelding fer fram her (trýst á tekstin) ella við at ringja til kommunuskrivstovuna tlf. 667271.

Fyri at so nógv sum gjørligt skulu fáa møguleikan, hava vit longt freistin at melda til fríggjadagin 18. november kl. 12.00

Vónandi verður undirtøkan góð til hetta skeiðið, sum vit vóna tit ongantíð fáa tørv á, men sum er avgerðandi at duga, um so er man er hjástaddur, tá ein vanlukka ella hjartasteðgur hendir.

* Skeiðið er fyri øll eldri enn 14 ár, ið eru búsitandi í Sunda kommunu. Skeiðið verður hildið um nóg nógvar tilmeldingar eru

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu