Tíðindi

Bókaframløga á Hvalvíkar bókasavn

15.11.2022

Í samband við nýggju bókina hjá Jacob Fuglø, verður bókaframmløga á Hvalvíkar bókasavn, mikukvøldið 16. november kl. 19.00

Bókin eitur, Magnus Fuglø – seyðabóndi í Suðurgrønlandi

Jacob Fuglø, sigur so um Magnus Fuglø

Magnus Fuglø, sum varð føddur á Viðareiði 23. juli í 1903, hevði sjaldsaman seyðahug, men jørð var eingin í húsinum, og tí fór hann, sum flestir dreingir tá, til sjós.

Í 1951 frætti hann, at møguleiki var at fara undir seyðahald í Grønlandi.

Magnus var bráðræsin maður, og 49 ára gamal fór hann til Grønlands í 1952. Konan Saloma og einkasonurin Jacob koma til Grønlands í 1953, og Magnus setur búgv í Tasiluk, har tey balast sum seyðabøndur.

Sonurin Jacob Fuglø og kona hansara Marie greiða í bókini frá teimum stívliga 20 árunum, tá ið familjan við ótrúligum ágrýtni fekk seyðahald at bera til í Suðurgrønlandi.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu