Tíðindi

Føroyskur dansur í Hvalvík

16.11.2022

Í vetur fara Eydna og Mirjam aftur at skipa fyri barnadansi í Hvalvík. Hetta er triði veturin tær skipa fyri barnadansi - tó var ongin dansur síðsta vetur.

Hóskvøld er føroyskur dansur í hølunum hjá skótaliðnum Borgini í Hvalvík (gamla skúla). Barnadansur er kl. 19-20. Dansað verður fýra ferðir afturat fyri jól (17. nov til 8. des) og seks ferðir eftir jól (12. januar til 16. februar). Á skránni eru í størstan mun styttri vísur og sangir, men aftan á jól verður dentur lagdur á søgugongdina í Kópakvæðinum og at kvøða ein part av tí.

Øll eru vælkomin í barnadans. Børn undir skúlaaldur møta saman við vaksnum.

Nøkur av kvøldunum halda tey fram við dansi fyri vaksin 20-21:30. Eisini her eru øll vælkomin; hesin dansurin er samskipaður sum dansur hjá Norðstreymoyar Dansifelag, og tískil eru nøkur dansikvøld í Kvívík.

Næstu ferð tey dansa føroyskan dans í Hvalvík - bæði børn og vaksin - verður hóskvøldið 17. november

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu