Tíðindi

Jarðhiti og grudvatn sum orku- og drekkivatnskelda

16.11.2022

Mikukvøldið 23. november kl. 19 heldur Óluva R. Eidesgaard, jarðfrøðingur, M.Sc., Ph.D. forvitnisligan fyrilestur undir heitinum "Jarðhiti og grundvatn sum orku- og drekkivatnskelda" á Sunda bókasavni.

Seinastu árini eru jarðhitin vorðin ein sera væl umtókt orkukelda. So hvørt sum fleiri jarðhitahol verða borað, økist kunnleikin um grunnu føroysku undirgrundina og ikki minst um grundvatnið.

Óluva R. Eidesgaard vardi í juni 2021 Ph.D.-ritgerð sína, ið millum annað lýsti, hvussu vit við serligari boriholsútgerð kunnu kortleggja, hvussu grundvatnið í Føroysku undirgrundini ferðast.

Mikukvøldið 23. november kl. 19.00 fer Óluva at halda fyrilestur á Sunda bókasavn, undir heitinum "Jarðhiti og grundvatn sum orku- og drekkivatnskelda".

Sunda bókasavn er í Skúlanum við Streymin.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Seinastu tíðindi

23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
22
mar
Vinnuparkering
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
09
apr
Skrá til eldradagin