Tíðindi

  • Frá vinstru; Mary Eiðisskarð, Jana Mouritsen, Anna Maria Sivertsen og Magnina Djurhuus

Starvsfólk heiðrað fyri drúgva tænastu við Kráir

21.11.2022

Í sambandi við at dagstovurin við Kráir bleiv 20 ár, síðsta fríggjadag, nýttu tey høvið at heiðra starvsfólkunum, ið høvdu verið longst í starvi.

Fýra starvsfólk vórðu heiðraði fyri trúgva og drúgva tænastu. Tær, ið vórðu heiðraðar eru:

Magnina Djurhuus, ið hevur starvast við Kráir í 20 ár, Anna Maria Sivertsen í 19 ár, Mary Eiðisskarð í 18 ár og Jana Mouritsen í 16 ár.

Vit takka teimum øllum fyri drúgva tænastu og ynskja teimum hjartaliga til lukku við heiðrinum.

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl