Tíðindi

Fíggjarætlan fyri 2023 samtykt

29.11.2022

Á býráðsfundi á Oyrarbakka í gjárkvøldið samtykti býráðið fíggjarætlanina fyri 2023.

Lunnarnir undir samtyktu fíggjarætlanini vóru lagdir tá býráðið var samlað á Gjáargarði fríggjadagin 6. oktober og leygardagin 7. oktober. Undan hesum arbeiðsdøgunum høvdu nevndirnar viðgjørt uppskot við framskrivaðum rakstri og umrøtt møguligar raðfestingar.

Við Gjógv vóru møguligu rakstrar- og íløguraðfestingar nágreinaðar. Síðani møttist alt býráðið aftur áðrenn 1. og 2. viðgerð at umrøða fíggjarætlanina.

Í samtyktu fíggjarætlanini eru skattaprosentið og barnafrádrátturin óbroytt, samstundis sum dagstovnagjøldini verða tey somu sum undanfarin ár.

Rakstur

Inntøkurnar eru mettar til 95,6 mió. kr. Raksturin verður mettur til kr. 84.4 mió. kr, ið er 3,8% hægri enn fíggjarætlanini fyri 2022. Rakstraravlopið er sostatt 11,2 mió. kr. Aftur í ár eru nakrar raðfestingar á rakstrarsíðuni, ið ikki verða mettar at vera afturvendandi og tí eftir ætlan ikki koma at ávirka raksturin ár eftir ár.

Løgur

Á fíggjarætlanini fyri 2023 er 45,2 mió. kr. settar av til løguútreiðslur, meðan mettu løguinntøkurnar eru 5,1 mió. kr. Tann størsta løgan á 22,5 mió. kr. er til útstykkingar, har útstykkingarætlanin á Oyrarbakka er størsti parturin, meðan 12 mió. kr. eru játtaðar til brúnna um Stórá, ið er farleiðin millum Hvalvík og Streymnes og uppraðfesting av kommunalu vegunum.

Umframt hesar løgur hevur býráðið játtað pening til m.a. 2. byggistig av kirkjugarðinum í Hósvík, umvælingar á Mørkina, vetrarfriðing, grøna orkuskiftið, vinnu og ferðavinnu, skúlaøkið, trivnaðarøkið og aðrar smærri verkætlanir.

Rakstrar-, løgu- og útlansætlanin (RLÚ) hjá Sunda kommunu í 2023 verður mett til 28,9 mió. kr. Ætlanin er at løgurnar verða fíggjarðar við lántøku, so hvørt tørvur er á tí, upp til kr. 70.000.000.

Fíggjarætlanin fyri 2023 kann lesast her


Oyrarbakki, tann 29. november 2022
Jógvan Kruse, borgarstjóri
Sunda kommuna

Seinastu tíðindi

23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
22
mar
Vinnuparkering
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík