Tíðindi
Vilt tú verða partur av sløkkiliðnum?
Nú hevur tú møguleikan! Sunda Sløkkilið søkir eftir dugnaligum sløkkiliðsfólki, at byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur at hava roykkavaraskeið og stóra koyrikortið, men ikki ein treyt.
Sløkkiliðið hevur støð á Oyrarbakka, nærhendis brúnni um Streymin, við allari neyðugari útgerð. Eisini er lokal sløkkiútgerð við Gjógv, í Tjørnuvík, í Haldórsvík og í Hósvík.
Sløkkiliðsleiðari er Mikkjal Hansen. Manningin á sløkkiliðnum telur í dag 13 fólk, søkt verður eftir 7 fólkum. Sunda sløkkilið fevnir um tær 11 bygdirnar í Sunda kommunu og ynskiligt er, at manningin í sløkkiliðnum, so vítt til ber, er mannað av fólki úr øllum bygdum.
Hevur tú spurningar ber til at ringja til sløkkiliðsleiðarin
Mikkjal Hansen á tlf. 29 72 29.
Umsóknirnar skulu vera okkum í hendi innan 26. februar 2023.
Hevur hetta tín áhuga? So er at senda umsókn inn til:
ella
Sunda kommuna
Oyrarbakkavegur 3
400 Oyrarbakki
Viðmerk: Umsókn til sløkkiliðið