Tíðindi

Frítíðaravloysarar summarið 2023

02.03.2023

Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2023

Talan er um størv innan fylgjandi fakbólkar:

·         Sjúkrarøktarfrøðingar

·         Heilsurøktarar

·         Heilsuhjálparar

·         Køks- og vaskifólk

Starvsøkið

·         Røktarheimið á Mørkini og økið úti á Streymoynni við Sundalagið              

·         Korndalsbýlið og økið úti á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv         

·         Heimið á Grønanesi og økið úti í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu         

 

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarandi fakfelag hjá nevndu fakbólkum.

 

Upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvsinnihald fáast við at venda sær til

Mørkin og økið úti á Streymoynni                  Annika Torbjarnardóttir           tlf. 793251

Korndalsbýlið og økið úti á Eysturoynni         Helfrid Kruse Poulsen             tlf. 793259

Grønanes og økið úti Vestmanna/Kvívík       Helfrid Kruse Poulsen             tlf. 793259

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo

ella til

Heimatænastan í VEKS

Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 21. mars 2023, kl. 12.00.

 

Upplýsingar um virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo

Seinastu tíðindi

30
mar
Kommunu­stjóri settur
29
mar
Stongt vegna páskafrí
27
mar
Býráðsfundur 27. mars 2023
28
mar
Filmurin Ársins Grøni Stovnur og Skúli Liðugur
28
mar
Lívbjargari til svimjihylin á Oyrarbakka
24
mar
Kavarudding
14
mar
Ring koyrilíkindi í Sundalag­num og Bussleiðin koyrir ikki vegna veður.
13
mar
Eyka býráðsfundur 13. mars 2023