Tíðindi
Námsfrøðingar til dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
Søkt verður eftir 1 námsfrøðingi, at byrja 1. oktober 2023, ella eftir nærri avtalu
Vilt tú hava ávirkan á gerandisdagin á tínum arbeiðsplássi og arbeiða saman við okkara fantastiska starvsfólkahópi? So er møguleikin her!
Góðir møguleikar eru at fyrireika og eftirmeta námsfrøðilig tiltøk í gerandisdegnum.
Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk vera sett í tíðaravmarka starv.
Talan er um eitt starv í vøggustovu okkara.
Um okkum
Vit eru ein stovnur, ið hevur pláss fyri 58 børnum, sum trívast og mennast saman við fakliga dugnaligum starvsfólkum. Í húsinum er í løtuni ein vøggustova, tvær barnagarðsstovur og frítíðarskúli 1 til 3 flokk, sum húsast í øðrum húsið við tilknýti til stovnin.
Í dagliga arbeiðinum er tað umráðandi fyri okkum, at stovnurin er eitt mennandi stað hjá bæði børnum og vaksnum og at vit øll trívast saman.
Vit bjóða tær
Eitt fjølbroytt starv har pláss er fyri villum og stillum, har tú hvønn dag hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið. Í Hósvík eru nógvir og góðir møguleikar at vera úti. Her er sandur, hagi, bygdin, áir, seyður og onnur djór. Vøggustovan hevur sera góð innandura rúm og egnan garð við atgongd til “Stóragarð” har børn í øllum aldri kunnu spæla saman.
Vit ynskja, at tú
Hevur hug at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrunum
Hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið
- Tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt
- Hevur góð samstarvsevni og megnar eitt gott samskifti við børn, foreldur og starvsfelagar
- Sært møguleikar í náttúruni og gera brúk av teimum í arbeiðinum
Setanarviðurskifti
Starvi verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Sambart §2 í barnaváttanarlógini hevur Sunda Kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til: storheygg@sunda.fo áðrenn sunnudagin 17. september 2023
Spurningar
Hevur tú spurningar um starvi, kanst tú venda tær til Jónu Guttesen stovnsleiðara, á telefon 297255 ella á storheygg@sunda.fo eisini eru tit vælkomin at vitja heimasíðu okkara storheygg.fo

