Tíðindi

Umsjónarfólk til umhvørvisplássið

08.09.2023

Sunda kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum umsjónarfólki til umhvørvisplássið

Brennur tú fyri umhvørvinum?

Sunda kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum umsjónarfólki til umhvørvisplássið, at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið

Umsjónarfólkið vísir til arbeiðsformannin. Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi og gevur høvi til persónliga og fakliga menning. Umhvørvisumsjónarfólkið hevur ábyrgd av umhvørvisplássinum, skaðadjóratýning og reinhaldi av kommununi. Tú verður partur av veitingareindini og kemur eisini at luttaka í dagliga arbeiðinum á eindini. Talan er um eitt fulltíðarstarv.

 

Setanarviðurskifti

Starvið er fastlønt sambært sáttmála millum Føroyar Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Umsókn

Skal sendast til Sunda kommunu: Oyrarbakkavegur 3, 400 Oyrarbakki ella til t-post: sunda@sunda.fo

Umsóknin skal vera kommununi í hendi innan 25. septembur 2023.

Sunda kommuna tilskilar sær rætt at søkja starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

 

Spurningar

Hevur tú spurningar um starvið ella ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at venda tær til Súsonnu Árnadóttir Jensen, tekniska leiðara, á telefon 297220.

Seinastu tíðindi

22
sep
Sanghefti til felagssangin í skúlanum við Streymin
22
sep
Býráðsfundur 25. septembur 2023
18
sep
Tilmeld­ingar­skipanin til frítíðarundirvísing­ina er opin
08
sep
Vælkomin á mentan­ardagar í Sunda kommunu 14. - 24. septembur
08
sep
Umsjónar­fólk til umhvørvisplássið
15
sep
Magnus á Stongum fekk ársins herðaklapp
14
sep
Faldarin til frítíðarundirvísing­ina er komin
11
sep
Áheitan um at rudda økið sunnan og eystanfyri Krás