Tíðindi
Námsfrøðingur til Dagstovnin á Flatinum
Brennur tú fyri at arbeiða við vøggustovubørnum er tað júst tær vit hava brúk fyri.
Vit søkja eftir einum námsfrøðingi í eitt farloyvistarv frá 1. desembur 2023 til 1. desembur 2024, at arbeiða 32 tímar um vikuna.
Á stovninum leggja vit dent á viðurkennandi námsfrøði. Vit arbeiða útfrá okkara námsætlan og virðisgrundarlagið har trivnaður, umsorgan, nærvera, menning og spæligleði er í hásæti.
Vit kunnu bjóða:
Eitt áhugavert starv, har tíð er sett av til fyrireiking eisini saman við hinum námsfrøðinginum á stovuni. Har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi, og har tú saman við dugnaligum starvsfólkum ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvi á einum stovni, har karmarnir eru sera góðir inni, sum úti.
Vit ynskja:
At tú kanst skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum – at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagaðar og foreldur – at tú sært møguleikar fram um forðingar, – ert nærverandi, kreativ/ur og positiv/ur; og dámar væl at verða úti í náttúruni- og ert opin fyri broytingum.
Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett.
Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum at frætt frá tær.
Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.
Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf. 297247 ella Sunnrid Eyðunsdóttir varaleiðara á tlf. 288405 ella vitja okkum á www.flatinum.fo
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. novembur og sendast:
Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka
ella við telduposti til flatinum@sunda.fo