Tíðindi

Ung í arbeiði 2024

11.06.2024

Nú ber til at tekna seg til ung í arbeiði 2024. Í ár verður arbeitt vikurnar 26 og 27, frá mánadegnum 24. juni til og við fríggjadagin 5. juli.

Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum skúlaárið 2023/2024 ganga í ávikavist 8. og 9. flokki.
Sunda kommuna hevur einmælt samtykt 27. mai 2024 at víðka um tilboðið, og lata næmingar í ganga í 10. flokki á serbreytini at luttaka í Ung í arbeiði í ár. 

Arbeitt verður vikurnar 26 og 27, frá 24. juni til og við 7. juli 2024. Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna. 

Lønin er 75% av sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.

Um tú ert áhugað/-ur í hesum, verður tú biðin um at melda til við at útfylla teigarnar niðanfyri. 

Tilmelding freistin er farin. 

Freistin at melda til er hósdagin 13. juni 2024

 

Seinastu tíðindi

13
jul
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
19
jul
Heildarætla­nir fyri útbygging, menning og trivnað
19
jul
Stongt vegna summarfrí
18
jul
Tyrlan flýgur í Hósvík fríggamorgunin
18
jul
Eyka býráðsfundur 18. juli 2024
16
jul
Trupuleikar­nir við vatnveiting­ini við Norðskála eru nú loystir. Dagført 17.07.2024
12
jul
Ung í arbeiði
10
jul
Koyrikort til prutl