Tíðindi

Kliniskur Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í VEKS

16.05.2024

Søkt verður eftir:

  •  kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi til Røktarheimið á Grønanesi og útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.

Starvsbrøkur: 1,0 ella eftir avtalu

Starvsbyrjan: 1. Juni 2024  ella eftir nærri avtalu

Talan er um spennandi starv, har tú at arbeiðir í tvørfakligum umhvørvi.

Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitum:

  • At veita kliniska sjúkrarøkt
  • Gera røktargongd til borgarar
  • Miðla og fylgja upp á røktargongdir
  • Palliativa sjúkrarøkt
  • Vegleiða og undirvísa starvsfólkum
  • Hava samrøður við borgarar og avvarðandi
  • Vegleiða lesandi

Førleikar 

  • Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Hevur góð evnir at samskifta
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Góðan telduførleika
  • Koyrikort til persónbil
  • Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni

Setanar- lønarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo  Eisini ber til at senda umsóknina inni á starv.veks.fo

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 28. mai 2024 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

Helfrid Poulsen, eindarleiðara, á tlf. 793259

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo

 

Seinastu tíðindi

13
jul
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
19
jul
Heildarætla­nir fyri útbygging, menning og trivnað
19
jul
Stongt vegna summarfrí
18
jul
Tyrlan flýgur í Hósvík fríggamorgunin
18
jul
Eyka býráðsfundur 18. juli 2024
16
jul
Trupuleikar­nir við vatnveiting­ini við Norðskála eru nú loystir. Dagført 17.07.2024
12
jul
Ung í arbeiði
10
jul
Koyrikort til prutl