Tíðindi

  • Hvalvík | Mynd: Kjartan Madsen

Rakstrarformaður/-kvinna til veitingareindina

03.06.2024

Sunda kommuna søkir eftir rakstrarformanni/-kvinnu til veitingareindina, at byrja 14. aug 2024 ella eftir nærri avtalu.

Sunda kommuna søkir eftir rakstrarformann/-kvinnu til veitingareindina, at samskipa røkt, viðlíkahald, nýgerð av øllum verklagsarbeiði og vatnverkunum í kommununi.

Ynskiligt er at umsøkjarin hevur útbúgving ella royndir innan verklagsarbeiði og viðlíkahald/eftirlit við vatnverkum.

Høvðusuppgávur

Rakstrarformaðurin/-kvinnan hevur saman við tekniska leiðaranum ábyrgdina av at samskipa alla dagliga røkt, viðlíkahaldi og nýgerð av øllum verklagsarbeiði. Eisini kemur tann, ið sett/ur verður, at hava virknan lut í dagliga handaliga arbeiðinum hjá rakstrareindini, og kemur at vera partur av vaktarskipanini og kavaruddingini.

Førleikar og persónligir eginleikar

  • Tú ert handalig/-ur og dugir væl at samskipa arbeiðir.
  • Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
  • Tað er ein fyrimunur um tú hevur leiðsluroyndir.
  • Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.
  • Tú dugir at loysa trupulleikar tá á stendur.

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv og løn og setanartreytir verða sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna ella sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsókn

Umsóknir við neyðugum skjølum skulu sendast við telduposti til sunda@sunda.fo og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 5. juli 2024. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Eru spurningar um starvið, kann ringjast til Súsonnu Árnadóttir Jensen, tekniskan leiðara í Sunda kommunu á tlf. 297220 ella susanna@sunda.fo

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Seinastu tíðindi

17
jun
Skúlin við Streymin vann ÁRSINS LESIÁTAK
13
jun
Rottangatøming í Haldórsvík, Tjørnuvík og á Langasandi
12
jun
Í samband við at arbeiðið við brúnna um Stórá er byrjað.
12
jun
Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna í VEKS - Barnsburðarfar­loyvi
03
jun
Rakstrarfor­maður/­-kvinna til veitingareindina
30
mai
Kunngerð um broyting í býarplani­num fyri Sunda kommunu
28
mai
Roknskapu­rin 2023 einmælt samtyktur
10
mai
Ung í arbeiði 2024