Tíðindi
Námsfrøðingar til frítíðarskúlan við Margáir, Streymnesi
Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum, til frítíðarskúlan við Margáir, Sunda kommunu, at byrja 8. august 2024, ella eftir nærri avtalu.
Uppgávan hjá frítíðarskúlanum, er at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og læruríkt umhvørvið, saman við góðum starvsfólkum. Frítíðarskúlin liggur við Margáir í Streymnesi. Frítíðarskúlin liggur í góðum umhvørvið við innan- og uttandura fótbóltsvølli, ein á og annars einum góðum uttandura umhvørvið. Í løtuni ganga 45 børn í frítíðarskúlanum í aldrinum 5 – 10 ár.
Størvini eru uml. 30 – 40 tímar vika, annars eftir avtalu. Arbeiðstíðin er millum 7 – 17.
Størvini vera sett sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, á lønarstigi 11 – 22
Vit ynskja at umsøkjarin:
- Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 5 – 10 ár.
- Er ágrýtin, initiativríkur og vísir hetta í verki
- Er fakliga tilvitaður, og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- Dugir at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi og kveikjandi upplivingum.
- Dugir at skipa fyri spennandi og avbjóðandi tilboðum, til hendan barnabólk í einum tryggum og góðum umhvørvi.
- Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
Umsóknir, saman við avriti av prógvi, ummæli, o.ø. skal sendast til til krair@sunda.fo í seinasta lagi mikudagin 24. juli 2024.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Sunda Kommuna skyldu til, at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Unn Eldevig Petersen leiðara, á tlf. 297235