Tíðindi
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
Sunda kommuna søkir eftir leiðara til dagstovnin í Hvalvík og frítíðarskúlan í Streymnesi at byrja 1. september ella skjótast til ber. Talan er um eitt fulltíðarstarv.
Leiðarin er starvssettur hjá Sunda kommunu við arbeiðsstaði í dagstovninum við Kráir og í frítíðarskúlanum við Margáir.
Um dagstovnin við Kráir og frítíðarskúlan við Margáir
Dagstovnurin við Kráir hevur tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur. Dagstovnurin hevur stóran garð og í nærumhvørvinum er millum annað ein á, fótbóltsvøllur og eitt fríøki. Í løtuni eru 30 børn á dagstovninum.
Frítíðarskúlin er fyri børn í aldrinum 5 til 10 ár, og tey kunnu verða í frítíðarskúlanum upp til og við 3. flokk. Uppgávan hjá frítíðarskúlanum er at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, saman við góðum starvsfólki. Frítíðarskúlin liggur í góðum umhvørvi við innan- og uttandura fótbóltsvølli, við eina á og annars í einum góðum uttandura umhvørvi. Í løtuni eru 45 børn í frítíðarskúlanum.
Vit bjóða
Eitt áhugavert starv, har tíð er sett av til fyrireiking. Tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi og seta tín dám á dagstovnin og frítíðarskúlan. Saman við dugnaligum starvsfólki, ert tú við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvið á dagstovninum og í frítíðarskúlanum.
Vit ynskja at tú
Hevur leiðsluroyndir, kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd. At tú hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum umhvørvi, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfólki. At tú hevur áræðið og evni at skapa ein fjølbroyttan, litríkan og tryggan gerandisdag, og at tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfólk, foreldur og kommunu.
Tað er ein treyt at tú, ert útbúgvin námsfrøðingur.
Setanarviðurskiftir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 4 í Barnaváttanarlógini hevur Sunda kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starvið.
Umsókn
Skrivlig umsókn, saman við møguligum viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Sunda kommunu í hendi í seinasta lagi leygardagin 27. juli 2024 kl. 16:00, og skal sendast til sunda@sunda.fo.
Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Erland Berg Danielsen, kommunustjóra, á telefon 297205.