Tíðindi

Havnameistari og tilbúgvingarleiðari í Sunda kommunu

16.09.2024

Sunda kommuna lýsir nýggja starvið sum havnameistari og tilbúgvingarleiðari leyst at søkja at byrja so skjótt sum til ber ella eftir nærri avtalu.

Talan er um fjølbroytt starv, ið fevnir um tilbúgving, leiðslu av sløkkiliðnum og umsiting av havnum, lendingum, bátahyljum og øðrum økjum í okkara 11 bygdum í Sunda kommunu.

Starvið, ið hevur tilvísing til tekniska leiðara, fevnir um leiðslu, fyrisiting, samskifti, ráðgeving og eftirlit.
Vit vænta, at tú hevur:

  • Leiðsluroyndir og dugir væl at skipa arbeiðið og at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Ert røkin og næmur at seta teg inn í nýggj viðurskifti.
  • Góðar samskiftiseginleikar á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og í talu.
  • Viðkomandi útbúgving, so sum sjóvinnuliga, tilbúgvingarliga, handverksliga ella líknandi.

Havnir, lendingar, bátahyljar og grind
Saman við tekniska leiðara, stendur tú fyri at tryggja rakstur og viðlíkahald, so at hesi eru í góðum standi og væl skipað, samstundis sum tú stendur fyri at menna vinnumøguleikar og tænastur á økinum. Tú hevur samskifti við loðs, tillutan av havna- og bátaplássi og samskiftið við umsitingina um avrokning í sambandi við havnagjald, bátapláss v.m. Tá grind er, hevur tú ein høvuðsleiklut og ert umboðið fyri kommununa, saman við sýslumanninum og grindaformonnum.

Tilbúgving og sløkkiliðið
Tilbúgvingarleiðarin hevur ábyrgdina av at viðlíkahalda og menna tilbúgvingina í Sunda kommunu í breiðum týdningi. Tilbúgvingarleiðarin inngongur sum ein partur av umsitingini hjá kommununi við serligum denti á samstarvinum við tekniska leiðara, arbeiðsformenn, umsjónarfólk og leiðslurnar á rakstrarstøðunum hjá Sunda kommunu.
Tilbúgvingarleiðarin hevur eitt vakið eygað við, at okkara havnir, bátahyljar, vinnuøki og kommunal øki annars eru væl skipað og ruddilig.

Setanarviðurskiftir
Tann, ið settur verður skal tola broytingar í arbeiðsuppgávum og starvsinnihaldi. Talan er um fulltíðarstarv, ið verður lønt eftir sáttmála millum KAF og Starvsfelagið. Avtala kann gerast um viðkomandi útbúgving og skeið.

Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Kruse, borgarstjóra, tlf 228844 ella á jogvan@sunda.fo.

Sunda kommuna tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Umsóknir, merktar “havnameistari og tilbúgvingarleiðari”, skulu, saman við prógvum og øðrum viðkomandi skjølum, vera Sunda kommunu í hendi seinasta lagi 10. oktober 2024 og sendast til sunda@sunda.fo.

Seinastu tíðindi

10
okt
Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
09
okt
Tekniskt brek á gøtuljósum
08
okt
Kunngerð um vallistar til kommunuvalið 12. nov.
04
okt
ABC vikan byrjar mánadagin 7. oktober 2024
01
okt
Tyrlan flýgur í Hósvík 01.10.2024
25
sep
Býráðsfundur 30. september 2024
20
sep
Felagssangur í Náttúrulundini
20
sep
Vælkomin á mentan­ardagar í Sunda kommunu 13. - 22. septembur 2024