Tíðindi

Fysioterapeutur til VEKS

23.09.2024

Ert tú okkara komandi starvsfelagi? Kom og verð ein partur av okkara kveikjandi terapeutiska toymi.

Søkt verður eftir:

  • 1 fysioterapeuti til fast starv

til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS.

Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu.

Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað við 3 fysioterapeutum, 3 ergoterapeutum og einum hjálparfólki. Har annar fysioterapeuturin er terapeutiskur leiðari.

Endamál

Terapeutiska toymið hevur m.a. til endamáls, at borgarar 67+ í VEKS:

  • Verða møttir, har tey eru á lívsleið síni.
  • Í mesta mun varðveita lívsgóðsku sína.
  • Verða stimbrað likamliga, sálarliga og sosialt.
  • Varðveita eini góð og innihaldsrík ellisár heima.
  • Fáa neyðugu endurvenjing og endurmenning.

ARBEIÐSUPPGÁVUR:

  • At veita terapeutiskar tænastur og ráðgeving til borgarar og starvsfelagar.
  • Gera førleikametingar.
  • Endurvenja og/ella endurmenna borgarar, ið eru komnir á eitt lægri førleikastøði.
  • At viðvirka til trivna og fakliga menning í toyminum.
  • At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi.

Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum, fært tú møguleika at seta dám á tilboðini, VEKS fer at bjóða borgarum sínum.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. leiðslu, starvsfólk, borgarar og avvarðandi.

FØRLEIKAKRØV:

  • Prógv og góðkenning sum fysioterapeutur.
  • Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.
  • KT- førleika á brúkarastøði.
  • Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni

SETANARVIÐURSKIFTI:

Starvið verður at seta pr. 1. novembur 2024 ella eftir nærri avtalu, og verður lønt smb. sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya/Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið og  Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN:

Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og viðmerkjast “Terapeutur í VEKS”. Umsóknarfreistin er mánadagin tann 7. oktobur 2024 klokkan 12.                                                    

Samrøður kunnu væntast at verða í viku 41-42 ella eftir nærri avtalu.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Saritu V. Vesturtún, leiðara tlf. 793244,  ella við telduposti til veks@veks.fo.

VEKS ynskir at veita somu tænastur til sama tørv. VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti. Meira kunning um VEKS sæst á heimasíðu okkara veks.fo

Seinastu tíðindi

04
okt
ABC vikan byrjar mánadagin 7. oktober 2024
01
okt
Tyrlan flýgur í Hósvík 01.10.2024
25
sep
Býráðsfundur 30. september 2024
23
sep
Fysioterapeutur til VEKS
20
sep
Felagssangur í Náttúrulundini
20
sep
Vælkomin á mentan­ardagar í Sunda kommunu 13. - 22. septembur 2024
18
sep
Trivnaðarøkið í Hósvík
16
sep
Havnameistari og tilbúgvingarleiðari í Sunda kommunu