Tíðindi

Starvsfólk til frítíðarskúlan á Dagstovninum á Flatinum

17.10.2024

Brennur tú fyri at arbeiða við frítíðarskúlabørnum, er tað júst tær vit hava brúk fyri. Vit søkja eftir starvsfólki at byrja 1. nov 24 og fyribils til 1. juli 25 at arbeiða uml. 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er vanliga ímillum kl 11 – 17. Møguleiki er fyri avloysara tímum fyrrapart.

Í frítíðarskúlanum arbeiða vit útfrá okkara námsætlan, og á viðurkennandi námsfrøði. Vit leggja dent á góðar relatiónir, har vit skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið heldur tað verða stuttligt, avbjóðandi og hugnaligt at ganga í frítíðarskúla. Vinarlag, trivnaður, spæl og ymisk ítriv hevur ein stóran leiklut og børnini eru sjálvi í stóran mun við til at mynda gerandisdagin.

Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum  at frætt frá tær. 

Somuleiðis søkja vit eftir avloysarum til stovnin, at byrja sum skjótast.

Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.  

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf. 297247 ella Sunnrid Eyðunsdóttir varaleiðara á tlf. 288405 ella vitja okkum á www.flatinum.fo

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30 okt og sendast til flatinum@sunda.fo

 

Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka

Seinastu tíðindi

17
okt
Starvs­fólk til frítíðarskúlan á Dagstovni­num á Flatinum
17
okt
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Stórheygg
14
okt
Konsert í Tjørnuvíkar kirkju 18. okt kl 19.00
14
okt
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
10
okt
Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
09
okt
Tekniskt brek á gøtuljósum
04
okt
ABC vikan byrjar mánadagin 7. oktober 2024
01
okt
Tyrlan flýgur í Hósvík 01.10.2024