Tíðindi

Umsjónarfólk til ognareindina

25.11.2024

Sunda kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum umsjónarfólki til ognareindina, at byrja í føstum starvi skjótast til ber.

Vit søkja eftir einum fólki til ognareindina, ið kemur at verða partur av eini eind, sum tekur sær av viðlíkahaldinum av kommunalu bygningunum í Sunda kommuna. Eisini er tað nýgerð, røkt og fyrifallandi arbeiði runt um í øllum 11 bygdunum í Sunda kommunu.

Umsjónarfólk vísa til arbeiðsformannin á ognareindini. Starvið er fjølbroytt og gevur høvi til persónliga og fakliga menning. Tann, ið settur verður kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í minni toymum.

Um teg:
Vit vænta, at tú hevur royndir við handaligum arbeiði, og/ella handverkara útbúgving. Somuleiðis vænta vit, at tú ert røkin, arbeiðs-som/amur og hevur áhugað og sær týdningin av slíkum arbeiði fyri trivnaðin í kommununi. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til ognardeildina. Kommunan hevur fleiri bygningar og nógv ymisk starvsfólk og starvsbólkar húsast í kommunalu bygningunum. Tískil hevur tað stóran týdning, at viðkomandi ið settur verður, er tænastusinnaður og dugir væl við fólki.

Setanarviðurskifti:
Talan er um eitt  fulltíðarstarv, arbeiðstíðin er ímillum kl. 08.00 og 16.00 gerandisdagar, ið verður lønt sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsonnu Á. Jensen, tekniska leiðara í Sunda kommunu á 297220 ella susanna@sunda.fo 

Umsókn:
Umsókn við neyðugum skjølum skulu sendast við telduposti til sunda@sunda.fo, og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadag 20.desembur 2024
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Merkið umsóknina “umsjónarfólk til ognareindina”.

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

 

Seinastu tíðindi

02
des
Grund­stykkir til sølu
27
nov
Nýggja býráðið hevur skipað seg
20
nov
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
26
nov
Býráðsfundur 26. november 2024
26
nov
Starvs­fólk til Dagstovnin við Stórheygg
26
nov
8 starvs­fólk fingið lívbjargaraprógv
25
nov
Sunda kommuna lækkar skattin og hækkar barna­frádráttin
25
nov
Nýggja lækna­viðtalan reist