Tíðindi

Námsfrøðingur til Dagstovnin við Kráir

25.06.2025

Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða í vøggustovu. Talan er um eitt starv á 30 tímar. Starvsbyrjan 11. august ella eftir nærri avtalu. Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk vera sett í tíðaravmarka starv.

Í dagliga arbeiðinum leggja vit dent á:

  • at børnini skulu trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.
  • at hava gott samstarv við foreldur
  • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.
  • at virða tað einstaka barnið.
  • at ferðast nógv í náttúruni.

Vit ynskja at tú:

  • ert álítandi og hevur góð samstarvsevni
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.
  • undir ábyrgd av leiðslu og í samstarvi við starvsfólkið, vilt verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga umhvørvið við Kráir.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmala millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini §2, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og  viðmælum, verða Dagstovninum við Kráir í hendi í seinasta lagi mikudagin 9.juli.

 

Dagstovnurin við Kráir

Hvalvíksvegur 74

430 Hvalvík

 

ella

krair@sunda.fo

 

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Karinu Eidesgaard, stovnsleiðara á telefon 297235.

 

Seinastu tíðindi

26
jun
Skrivstovunæm­ingur til Sunda kommunu
26
jun
U21 HM lands­dystu­rin verður vístur!
25
jun
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Kráir
25
jun
Rynkeby vitjar við Margáir
24
jun
Jógvan Philbrow nýggjur dagstovnaleiðari
23
jun
Víðkan av kirkju­garði­num við Norðskála
23
jun
Betur umstøður til Sunda sløkkilið
23
jun
Stongt vegna skeiðsvirksemi