Tíðindi
Góðynskir við nýggja Vermland
24.09.2025
Í dag kom nýggi Vermland hjá Sp/f Vermland á kaiina í Hvalvík. Gamli Vermland hevði heimstað í Danmark, men eigarnir hava hesaferð valt, at nýggja skipið skal hava heimstað í Streymnesi. Hetta eru vit sum kommuna sera stolt av.
Í sambandi við at nýggi Vermland fyri fyrstu ferð vitjaði á kaiini í Hvalvík, vóru borgarstjórin og formaðurin í vinnu- og umhvørvisnevndini umborð og heilsaðu uppá manningina og eigarnar við einari heilsan.
Sjómanstrúboðarin vitjaði eisini umborð og fekk høvið at halda eina andakt og bað signing yvir skip og manning.
Sunda kommuna ynskir reiðarí og manning bestu eydnu og signing við nýggja Vermland.




Seinastu tíðindi
26
sep
Býráðsfundur 29. september 2025
26
sep
Burturbeining av leivdum frá fletting
26
sep
Hósvíkar skúli partur av "Betri vinir" átakinum
26
sep
Freistin at søkja Økistónar er 1.oktobur
24
sep
Góðynskir við nýggja Vermland
22
sep
Vatnið í Tjørnuvík
22
sep
Fimm starvsdagar á Flatinum
03
sep