Tíðindi

Starvsfólk til frítíðarskúlan á Dagstovninum á Flatinum

24.11.2025

Ynskir tú fyri at arbeiða við frítíðarskúlabørnum, so er tað er kanska tær vit hava brúk fyri. Vit søkja eftir námsfrøðingi at byrja 1. jan. 26, ella skjótast hareftir, at arbeiða uml. 25 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er vanliga ímillum kl 11 – 17. Møguleiki er fyri avloysaratímum fyrrapart.

Í frítíðarskúlanum arbeiða vit útfrá okkara námsætlan, og á viðurkennandi námsfrøði. Vit leggja dent á góðar relatiónir, har vit skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið heldur tað verða stuttligt, avbjóðandi og hugnaligt at ganga í frítíðarskúla. Vinarlag, trivnaður, spæl og ymisk ítriv hevur ein stóran leiklut og børnini eru sjálvi í stóran mun við til at mynda gerandisdagin.

Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum  at frætt frá tær. 

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett fyribils fram til 15. juli 2026.

Somuleiðis søkja vit eftir avloysarum til stovnin, at byrja sum skjótast.

Setanarviðurskifti og løn eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.  

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Jógvan Philbrow leiðara á tlf. 297247 ella Sunnrid Eyðunsdóttir varaleiðara á tlf. 288405 ella vitja heimasíðu okkara 

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10 des. og sendast til jogvanp@sunda.fo

Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka

Seinastu tíðindi

16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
01
des
Loyvi at brenna bál á nýggjárinum
24
nov
Einki dagstovnagjald í desembur
24
nov
Fíggjarætlanin 2026 einmælt samtykt
21
nov
Kunning um snarboð
30
sep
Kavagrevstur