Tíðindi
Kommunustjóri til Sunda kommunu
29.01.2026
Sunda Kommuna søkir eftir kommunustjóra at byrja skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu.
Sunda kommuna fevnir landafrøðiliga sera víðað. Talan er um 11 bygdir í Eysturoynni og Streymoynni við tilsamans knapt 1.800 borgarum.
Sum kommunustjóri í Sunda kommunu fært tú eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú varðar av fyrisitingarliga-, fíggjarligu-, og starvsfólkaligu stýringini í kommununi.
Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka, og í kommunufyrisitingini starvast í dag 9 fólk. Kommunustjórin er ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum. Starvið er bygnaðarliga skipað sum ovasta leiðsla undir borgarstjóranum.
Umsóknarfreistin er 19. februrar 2026 kl 12.00.
Les starvslýsingina her:
Seinastu tíðindi
10
feb
Eldradagurin verður leygardagin 14 mars 2026
09
feb
Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu
29
jan
Kommunustjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaksloyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfarloyvisstarv til barnagarðsstovu á Dagstovninum á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des