Tíðindi

Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg

09.04.2024

Freistin at søkja stuðul til virksemi hjá ítróttarfeløgum, áhugafeløgum, bygda- og avhaldsfeløgum er 1. mai 2024

Sambært stuðulspolitikkinum hjá Sunda kommunu verður árligi stuðulin til ítróttar-, frítíðar-, áhuga-, bygda- og avhaldsfeløg latin eftir hesum leisti:

Stuðul til ítróttar-, frítíðar- og áhugafeløg
§ 5. Ítróttar-, frítíðar- og áhugafeløg í Sunda kommunu kunnu søkja um árligan stuðul.

§ 6. Umsóknin skal viðgerast av Trivnaðarnevndini fyrstu ferð søkt verður. Um umsøkjari ikki hevur søkt um stuðul í trý fylgjandi ár skal komandi umsókn viðgerast av nýggjum í Trivnaðarnevndini.

§ 7. Stuðulin verður ásettur árliga í sambandi við fíggjarætlanina hjá Sunda kommunu.

§ 8. Til tess at verða heimilað stuðli, skal umsøkjarin lúka hesar treytir:

  • Skal vera heimahoyrandi í kommununi.
  • Skal hava limalista og krevja inn limagjald.
  • Avrit av gerðabókini frá aðalfundinum skal fylgja við. Gerðabókin skal prógva, at grannskoðaður roknskapur er lagdur fram á fundinum. Harafturat skal kommunan kunna biðja um avrit av roknskapinum, um ivamál stinga seg upp um eitthvørt.
  • Kommunan kann krevja at fáa váttan fyri tal av limum, og hvussu nógv limagjald er goldið

§ 9. Stuðulin kann hækkast til feløg, sum hava miðvíst ungdómsarbeiði, tað vil siga regluligt og skipað tilboð til børn og ung, við vegleiðing og upplæring frá venjara/leiðara.

§ 10. Ítróttarfeløg skulu sum meginregla luttaka í landskappingum, um slíkar verða hildnar.

Bygda- og avhaldsfeløg
§ 12. Bygda- og avhaldsfeløg í Sunda kommunu kunnu søkja um árligan stuðul.

§ 13. Umsóknin skal viðgerast av Trivnaðarnevndini fyrstu ferð søkt verður. Um umsøkjarin ikki hevur søkt um stuðul í trý fylgandi ár skal komandi umsókn viðgerast av nýggjum í Trivnaðarnevndini.

§ 14. Eyka stuðul verður ikki latin til viðlíkahald og íløgur, sum feløgini gera í bygningar.

Freistin at søkja um stuðul
Umsóknir um árligan stuðul til virksemi hjá ítróttarfeløgum, áhugafeløgum, bygda- og avhaldsfeløgum skulu framyvir vera kommununi í hendi innan 1. mai.

Allar umsóknir um stuðul skulu latast kommununi skrivliga.

Seinastu tíðindi

30
apr
Áheitan um at rudda bingjur­nar á matr. nr. 1l og 1m á Oyrarbakka
29
apr
Sunda kommuna bjóðar aftur vinnuni til morgundrekka
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
22
mar
Vinnuparkering
24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG