Sjálvgreiðsla
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða kommununi frá um ymiskt:
- Skaðadjór
- Ferðslu og vegir
- Umhvørvi
- Vøkstur
- Annað
Fyri at viðgera fráboðanina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðger hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuverndarlóg er at finna her
Borgalig vígsla
Um tit ynskja at verða vígd í býráðnum ella í samkomu, skulu tit senda umbøn um borgarliga vígslu. Umbønin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fýra vikur áðrenn vígsluna og í fyrsta lagi fýra mánaðir áðrenn.
GG: fyri at brúka hesa sjálvgreiðslu, skulu báðir partar hava samleikan
Kirkjulig vígsla
Um tit ynskja at verða vígd í eini kirkju, skulu tit venda tykkum til prestin í viðkomandi kirkju.
Les meira um vígslur her
Umsókn um loyvi til at brenna bál
Um tú ætlar at brenna bál, skal ein umsókn sendast inn til kommuna.
Vit vilja heita á tykkum, um at lesa vegleiðingina hjá Umhvørvisstovuni um brenning av báli og eldstaði, áðrenn søkt verður.
Vegleiðing um brenning av báli og eldstaði hjá Umhvørvisstovuni kann lesast á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni á www.us.fo
Bústaðarváttan
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri, at tú ert skrásett/ur á tínum verandi bústaði, kanst tú fáa eina bústaðarváttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðarváttanir.
Bústaðaryvirlit
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri teimum bústøðum, tú hevur verið skrásett/ur á, kanst tú fáa eitt bústaðayvirlit. Tú kanst taka tað niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðaryvirlit.
Umsókn um byggiloyvi
Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast teknisku deild hjá kommununi til góðkenningar. Farast kann ikki undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur. Tá tú søkir um byggiloyvi er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað kann m.a. verða arkitektar, teknikarar, byggifrøðingar ella verkfrøðingar v.m.
Umsókn til dagstovn
Her kanst tú søkja um pláss á dagstovnunum í Sunda kommunu.
Ynskir tú dagstovnapláss, skalt tú senda eina umsókn inn til kommununa. Tað stendur einum frítt at velja, hvønn dagstovn ein ynskir, óansæð hvar í kommununi ein býr. Um ikki er pláss á einum dagsstovni, kann verða víst til ein annan dagsstovn í kommununi.
Uppsøgn av dagstovnaplássi
Hevur títt barn ikki tørv á sínum dagstovna-/frítíðarskúlaplássi longur, er tað tín ábyrgd at boða kommununi frá. Hetta kanst tú gera í hesari sjálvgreiðslu.
Flyta bústað
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum:
- Innanhýsis í Sunda kommunu
- Til Sunda kommunu úr aðrari føroyskari kommunu
- Úr Sunda kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. Flytur tú til eitt hesum londunum fær Sunda kommuna boð frá nýggju kommununi um, at tú ert flutt/ur.
Søk um frípláss til dagstovn
Ert tú foreldur og er tín inntøka lægri enn eina ávísa upphædd um árið, kanst tú søkja um frípláss til dagstovn, sí inntøkustigan á heimasíðuni hjá Almannaráðnum. Frípláss er eitt fíggjarligt ískoyti, sum tú fært til dagstovnagjaldið.
Freistin at søkja um fíggjarligt frípláss er 1. juli á hvørjum ári.
Tú skalt bóka tínum barni pláss á einum dagstovni, áðrenn tú kanst søkja um frípláss.
Vel heimapart frá
Ert tú borgari í Sunda kommunu, eru tú og húski títt sjálvvirkandi uppskrivað til at fáa heimapart.
Ynskir tú ikki longur at vera skrásettur til at fáa heimapart til títt húski, so kanst tú søkja um tað her.
Umsókn um mentanarstuðul
Sangarar, tónleikarar, listafólk og onnur, ið eru heimahoyrandi í Sunda kommunu, kunnu søkja um stuðul til framførslur, verkætlanir, vitjanir, skeiðvirksemi og líknandi, sum verður hildið í ella uttan fyri Sunda kommunu.
Sangarar, tónleikarar, listafólk og onnur heimahoyrandi uttan fyri Sunda kommunu, kunnu søkja um stuðul til verkætlanir, vitjanir, skeiðvirksemi og líknandi, tá hetta verður hildið í Sunda kommunu.
P-tals váttan
Skalt tú skjalprógva títt p-tal, kanst tú fáa eina p-tals váttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur p-tals váttanir.
Tiltak á kommunalum øki
Skalt tú skipa fyri tiltaki á kommunalum øki, so sum mentanartiltak, konsert, útimøti ella líknandi, skalt tú søkja kommuna um loyvi. Í kommuni loyva vit sum oftast tiltøkum, sum hava almennan áhuga fyri okkara borgarum.