Garðar og hegn

Bøgarðarnir - garðar og hegn
Bøgarðarnir (her í millum hegn) skulu vera í seyðahøgum standi 14. mai, tá seyðurin fer av bønum. Hegnsýnisnevndin hevur umsjón við gørðunum, og eru viðurskiftini ikki í lagi, fáa eigararnir boð um hetta. Heitt verður tí á øll, ið varða av jørð, um at síggja til, at garðarnir eru í lagi, nú teir skulu tæna sínum endamáli – at halda seyðin burtur frá bø og bygd.
Allir garðar eru skrásettir í kort sum greitt vísir hvør hevur ábyrgd at halda garðarnar í bygdunum. Kortið sæst her.