Ítróttur

Ítróttur

Í Sunda kommunu hava fólk tikið stig til feløg innan talv, kappróður, fótbólt, flogbólt og judo. Í eini tíð, har frítíðarítriv eru vorðin ein alt størri partur hjá fólki, hava hesi feløg stóran týdning fyri trivnaðin, ikki minst hjá yngra ættarliðnum. Ítrótturin elvir til felagsanda, bæði hjá teimum íðkandi og hjá heimstaðarfólkinum sum heild, og gevur sostatt sítt góða íkast til gerandisdagin í kommununi.

Róðrafeløg

Fyrst er at nevna róðrafeløgini: Hósvíkar Róðrarfelag, Hvalvíkar-Streymnesar Róðrarfelag og Sunda Róðrarfelag.

Hósvíkar Róðrarfelag luttekur á stevnum við fimmmannafarinum Falki og við seksmannafarinum Hósvíkingi. Róðrarfelagið í Hósvík er sera virkið, og skipar á hvørjum ári fyri Regatta-sigling tíðliga í august-mánaði av Eiði og suður til Hósvíkar, har eitt stórt fylgi av størri og smærri førum taka lut. Les meira um Hósvíkar Róðrarfelagá heimasíðuni www.hvr.fo.

Hvalvíkar-Streymnesar Róðrarfelag hevur í nógv ár gjørt vart við seg við fimmannafarinum Báruni og seksmannafarinum Hvessingi, ið hava ført mangt steypið til húsa heim.

Sunda Róðrarfelag hevur fimmmannafarið Hvassa, sum gentur manna, og eitt eldri áttamannafar. 

Eisini finst eitt róðrarfelag í Haldórsvík, men haðani hevur ongin bátur luttikið í kappróðri seinnu árini.

Fótbóltur

Felagið Streymur úr Hvalvík er virkið bæði innan talv, borðtennis og fótbólt. Fótbólturin er tó lagdur saman við Eiðis Bóltfelag undir heitið EB-Streymur.

Felagsdeildin EB-Streymur var stovnað í 1992 til tess at styrkja fótbóltsliðini á Eiði og suðuri í Sundalagnum. í fyrstu syftu var samstarvið galdandi fyri besta liðið, men í dag fevnur tað um allar deildir. Avbera góðu úrslitini hjá EB-Streymi tala fyri seg og prógva, at eitt vælskipað samstarv kann lyfta støðið og vera til stórt gagn fyri allar partar. 

Flogbóltur

Flogbóltsfelagið Nøvan tekur lut í flogbóltskappingum í fleiri deildir, bæði menn og kvinnur, eins og yngri aldurbólkar. Felagið varð stovnað í 1991 og hevur síðan ment seg so hvørt, bæði í limatali og við avrikunum.

Judo

Sunda Judofelag varð sett á stovn í 1981 og hevur sostatt longu nøkur ár á baki. Formaður felagsins í dag er Kristianna Lamhauge. Felagið hevur øll árini staðið seg væl í kappingini við hini bæði judofeløgini í landinum, Havnar Judofelag og Klaksvíkar Judofelag.

Byrsufelag

Sunda Byrsufelag – SBF – varð stovnað í 1986 og hevur skjótibreyt norðuri í Heimastu Svínáum, stutt norðanfyri Norðskála. Felagið er rættiliga virkið og skipar javnan fyri kappingum í leirdúgvuskjóting. Fleiri av limunum í felagnum hava luttikið í altjóða kapping og hava staðið seg væl har. Byrsufelagið hevur vanliga venjing mikudag kl. 18.30 og leygarmorgun kl. 10.00. Tó er eisini møguleiki fyri øðrum venjingartíðum.

Talv

Talvfelagið Rókur við heimstaði á Oyrarbakka varð upprunaliga sett á stovn í 1974. Aftaná ein dvala í fleiri ár var felagið endurstovnað í 1996, og síðan tá hevur felagsarbeiðið ligið í eini fastari legu. Seinnu árini er javnan skipað fyri kappingum á Oyrarbakka. Eini 15 vaksin og 25 børn telva fyri Rók. Í FM-liðkappingini luttekur Rókur í 3. deild.