Havnir

Havnir
At kunna liggja í tryggari havn er av stórum týdningi fyri tey, sum ferðast á sjónum.
Í Sundalagnum er vanliga veðurgott, har skip og bátar kunnu liggja trygt í øllum veðri. Sostatt er natúrligt, at neyðugar íløgur eru gjørdar í atløgupláss og bátahylar á fleiri plássum, so tørvurin verður nøktaður.
Í sambandi við havnaløgini finnast tær tænastur, ið skip og bátar vanliga hava brúk fyri.
Í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík, Oyri og við Norðskála eru havnir av ymsari stødd.
Umsjónarmaður fyri havnirnar hjá Sunda kommunu er Andras Nybo, tlf. 29 72 22.