Kamping í Sunda kommunu
Víkar Kamping
Víkar Kamping liggur í grótbrotinum norðanfyri bygdina og er pláss fyri 20 vognum/bilum. Allir vognarnir fáa atgongd til streym, vatn og tøming.
Ein bygningur hoyrir til økið, og eru tí allir hentleikar har.
Kampingplássið liggur tætt við bygdina Haldórsvík. Ein hugnalig gøta gongur fram við fjøruni og yvir til nýggja trivnaðarøkið, har børn og vaksin kunnu spæla og hugna sær. Í Haldórsvík er eisini sandur og stór á, og eisini ber til at ganga sær ein túr í haganum. Haldórsvík er sermerkt við síni átta-kantaðari kirkju, og er ein hugnalig bygd at spáka runt í.
Tætt við Haldórsvík liggur Fossá, sum er hægsti fossur í Føroyum og norðanfyri liggur bygdin Tjørnuvík, sum er serstakt flott surfingstað.
Kostnaður fyri gisting per vogn per døgn er 200 kr. Limir í Kampingfelagnum gjalda 150 kr.
Pláss er fyri 40 vognum um summari. Um veturin er pláss fyri 55 vognum, sum goymsla, har teir verða tjóðraðir fastir.