Andlát og jarðarferðir
Andlát og jarðarferðir
Tá andlát er, eiga tey avvarðandi at venda sær til kommununa og boða frá, nær tey ynskja at jarðarferðin verður. Tað hevur stóran týdning at gravarin er umbiðin áðrenn jarðarferðin verður lýst. Kommunan útvegar gravarar og flutning í samband við jarðarferðir. Tænastan er ókeypis fyri borgaran.
Sunda kommuna hevur fasta avtalu við fyritøkuna Seinasta Heilsan um koyring við líkvogni.
Um ynski er um at nýta líkvognin, eru tit vælkomin at venda tykkum til kommununa á tlf.: 66 72 71. Uttan fyri skrivstovutíð kann ringjast til arbeiðsformannin á tlf.: 29 72 22.
Gravsteinar eru ábyrgd hjá teimum, sum standa fyri gravstaðnum. Áðrenn gravsteinur, ella kantur famman fyri gravsteinin, verður uppsettur, skal umsókn við strikumynd og áskrift sendast teknisku umsiting til góðkenningar.
Avvarðandi kunnu bíleggja sær pláss undir liðini á sínum kæru.
Reglugerðin fyri kirkjugarðar í Sunda kommunu sæst her.