Dagdvøljan
Dagdvøljan á Mørkini
Dagdvøljan á Mørkini er ætlað eldri borgarum sum búgva heima, men av ymiskum orsøkum hava tørv á uppihaldi, ávísar tímar á døgninum.
Dagdvøljan húsast í á Geilini í Ovaru Lon á Mørkini
Innihald
Endamálið er at skapa tryggar karmar í gerandisdegnum, fyribyrgja einsemi og viðlíkahalda førleikar.
Virksemið verður skipað í mun til tørvin hjá teimum sum eru í daguppihaldinum. Har dentur verður lagdur á at skipa fyri einum virknum og hugnaligum tilboði til heimabúgvandi borgarar í økinum hjá VEKS.
Møguleiki er at luttaka í venjing. Hetta verður saman við teimum, sum búgva á heiminum.
Vit hava fyrikomandi og vælvirkandi starvsfólk, sum eru um einstaka borgaran.
Upplatingartíðir
Dagdvøljan er opin vanligar gerandisdagar
mánadag – fríggjadag frá kl. 10:00 til 15:00.
Dagdvøljan er stongd halgi- og høgtíðsdagar. Dagdvøljan er í summarfrí frá 1. juli til 31. august.
Máltíðir
Vit savnast til tvær lættar máltíðir og eina høvuðsmáltíð.
- Fyrrapart drekka
- Døgurði
- Seinnapart drekka
Praktisk viðurskiftir
Borgarar, sum blíva knýttir at dagdvølju, skulu kunna fara á wc uttan hjálp frá starvsfólkunum.
Um borgarin brúkar gangistativ, stav ella rollator, er neyðugt at hava hjálpartólini við til dagumlætting.
Borgarin skal hava inniskógvar. Harumframt góð uttanduraklæðir um farið verður út.
Borgarin skal somuleiðis hava heilivág o.a., ið honum tørvar, við sær.
Flutningur
Flutningur til og frá Dagdvølju, er ábyrgd hjá einstaka borgaranum.
Um tørvur er á tí, kann VEKS átaka sær hesa uppgávu, hetta tó móti serstøkum gjaldi, sí undir “kostnaður”.
Flutningur verður avtalaður í hvørjum einstøkum føri.
Kostnaður
Kostnaðurin fyri daguppihaldið er hesin:
- Uppihald, matur og aktivitetir kr. 140 pr. Dag
- Flutningur til og frá heimi kr. 30 pr. dag