Kommunan 15 ár
Samstarv og framfýsni hava eyðkent fólkið, sum býr í Sunda kommunu. Tað vóru eisini vit, sum í 2005 løgdu seks smærri kommunur saman til eina størri eind. Við samanleggingini løgdu vit lunnar undir, at økið framhaldandi kundi menna seg og kappast við størru økini í landinum.
Nógv er hent hesi seinastu 15 árini, men størsta íløgan er Skúlin og høllin við Streymin, sum komu í 2020.
Her eru næmingarnir settir í fokus – og næm ingarnir fáa tað allarbesta. Her eru eisini góðar umstøður til lærararnar. Og vit vita, at góðar umstøður eisini draga gott fólk til sín.
Hetta er størsta íløgan, vit hava gjørt – men nú kapp ingin millum ymsu økini í Føroyum harðnar – vil eg pástanda, at hetta eisini er týdningarmiklasta íløgan, vit hava gjørt.
Eg ivist ikki í, at vit við Skúlanum við Streymin fáa knýtt Sundalagið enn betur saman. At hesin skúlin – eins og brúgvin – fer at skapa sambond, vinaløg og samanhald frá sunnast til norðast í Sundalagnum – og millum bygdirnar tvørturum sundið.
Eg gevist sum borgarstjóri á nýggjárinum, og vil við hesum takka fyri álitið, fólkið í kommununi hevur víst mær. Við ynskjum um, at Sunda kommuna framhaldandi verður merkt av góðum samstarvi og framfýsni komandi árini, vil eg ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Desember 2020.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri