Trúarlív

Trúarlív

Flestu bygdir í kommununi eru frá gamlari tíð kirkjubygdir. Eysturoyarmegin hoyra bygdirnar til Eiðis prestagjald og Streymoyarmegin til Norðstreymoyar prestagjald. Her starvast ávikavist Jonhard Jógvansson og Jákup Erlingsson Petersen.

Í Norðstreymi eru kirkjur í:
Hósvík - kirkjugongd kl. 11.00
Hvalvík - kirkjugongd kl. 12.00
Saksun - kirkjugongd eftir avtalu
Haldórsvík - kirkjugongd kl. 12.00
Tjørnuvík - kirkjugongd kl. 12.00

Í Eysturoynni er kirkja við:
Norðskála - kirkjugongd kl. 12.00
Gjógv - kirkjugongd kl. 12.00

Í Hvalvík er missiónshús og í Nesvík, norðanfyri brúnna um Streymin, hevur Heimamissiónin stórt leguhús, har fólk úr øllum landinum savnast. Her er nógv virksemi árið runt við barnalegum, ungdómslegum og familjulegum.