Langasandur

Langasandur

Fyrstu fólkini búsettust á Langasandi, tá ið bóndin Á Bø í Haldórsvík, Joen Joensen, fekk hagan býttan frá í 1839. Hagin er tríggjar merkur av landsjørð.

Bygdin ber navn eftir sandinum fram við sjóvarmálanum, og við tíðini er fitt av lendi lagt inn úr haganum, hóast fólkatalið hevur verið rættiliga avmarkað og bygdin hevur verið fyri bakkøstum. Á Gjánoyri, sum liggur stutt sunnan fyri Langasand, bygdu norðmenn, við tí navnframa Grøn á odda, um aldarskiftið hvalastøð. Nógv virksemi var her í eitt tíðarskeið, men í dag sæst nær um ongin farleið frá hesi áhugaverdu tíðini í føroyskari vinnulívssøgu. Tá ið hvalaveiðan minkaði aftaná 1. heimsbardaga, vóru bygningar og útgerð tikin niður og oyran fekk náttúruna óspilta aftur.

Ábyrgdarpersónur

Ábyrgdarpersónur fyri at savna saman staðarnøvn fyri bygdina Langasand er Bjørgheðin Jacobsen. Bjørgheðin er føddur í 1939 og uppvaksin á Langasandi. Hann er útbúgvin lærari og hevur haft stóran áhuga fyri staðarnøvnum. 
Grundarlag fyri at seta staðarnøvn á kort hevur verði ársarbeiði í søgu, sum hann gjørdi í 1978. Tá skrivaði hann um staðarnøvn á Langasandi.

Síðan við staðanøvnum eitur sundastad.kort.fo. Legg til merkis, at síðan riggar ikki við internetexplorer browsara. Vit viðmæla at brúka google chrome.