Sundalagsstevnan

Sundalagsstevnan
Sundalagsstevnan verður hildin á hvørjum sumri sum tann næsta í røðini av summarstevnum, um miðjan juni mánað. Tær tríggjar bygdirnar Kollafjørður, Hósvík og Hvalvík skiftast um at hava stevnuna.
Á Sundalagsstevnu er eitt fjølbroytt innihald, ið líkist tí, sum aðrar summarstevnur hava at bjóða, bæði innan ítrótt, mentan og ymiskt undirhald.
Sundalagsstevna í Hósvík 2020
Hósdagur 25. juni:
17.00: Postarenning fyri børnum
Vit møtast við vøllin, síðani fara vit runt bygdina at leita og læra, og sjálvandi hava vit vitan um Hósvík í huga. Kostnaður kr. 20,-
18:30: Liðkappingar á vøllinum
Eru tit grannar, bindiklubbur, fíggindar ella okkurt heilt annað, komið við! Eisini er tørvur á áskoðarum.
Seks fólk á hvørjum liðið, melda til við at senda sms-boð á tlf. 288816
19:30: Hugnaløta við vøllin
Streetfood v/Ruben Busk kemur at selja góðan mat, og vit selja ymiskar kioskvørur.
Janus Trúgvason undirheldur við góðum tónum, og Jákup Erlingsson Petersen, prestur, setur stevnuna.
Leygardagur 27. juni:
12:30: Kiosk og vafflusøla í RenoVent
12:30: Pylsusøla í Bátafelagnum
13:00: Barnaróður
15:00: FM-róður
19:00: Útimøti við Torgið, niðanfyri Bygdarhúsið
Við vón um eina góða Sundalagsstevnu,
Bygdafelagið Varðin og Hósvíkar Róðrarfelag