Ferðavinna
Ferðavinna
Í Sunda kommunu eru mong natúruvøkur pláss, sum ferðafólka vitja. Hægsti fossur í Fossá liggur í Norður Streymoy. Har eru settir upp borð og benkur og tilber at ganga niðan á Fossin.
Gjógv
Við Gjógv heldur Gjáargarður til, summarhúsøkið Fornagarður og kampingøkið Flatnagarður. Á Flatnagarði er pláss fyri 24 vognum.
Vitja síðuna hjá Kampingøkinum her: www.campingbygjogv.com
Gjáargarður hevur heimasíðu www.gjaargardur.fo, um summarið hevur Gjáargarður kaffisølu niðri við Gjónna.
Hvalvík
HK Bussar í Hvalvík bjóðar seg fram at koyra ferðafólk og føroyingar runt í økinum. Fyri at leiga buss far inn á heimasíðu teirra www.hk.fo. Eisini verður skipað fyri regluligum útferðartúrum.
Í Niðristovugarði bjóða tey heimablídni. Til ber at bíleggja pláss á nidristovugardur@gmail.com ella við at ringja á tlf: 58 52 12.
Tjørnuvík
Sand - café by the beach er opin í summarhálvuni. Les meira her.
Í Tjørnuvík ber til at sleppa túrar runt í Tjørnuvík við ferðaleiðara, har greitt verður frá bygdini og søguni um bygdina. Ring til Hans Esbern á tlf. 58 40 42.
Eisini ber til at fáa skipaðan túr út í Stakkin. Ring til Jógvan Magnussen tlf: 26 57 17 ella 29 46 16. Eisini ber til at bóka túrin her.
Saksun
Í Saksun eru Dúvugarðar og kirkjan, sum eru sera forkunnug fornminni. Tað er Tjóðsavnið sum umsitur hesi. Dúvugarðar hava opið frá 15. juni til 31. august allar dagar í viku frá kl. 14-17. Atgongugjaldið er 30 kr.
Uttan fyri upplatingartíð verður tikið eitt eykagjald á 600 kr. Um veturin varðar festarin, Jóhan Jógvansson tlf. 59 44 55, av vitjanum. Les meira um Dúvugarðar á heimasíðuni hjá Tjósavninum - savn.fo - ella á vangamyndini hjá Dúvugørðum - facebook.com/duvugardar og facebook.com/savn.
Onnur tilboð
Kring um í kommununi verður alt árið runt skipað fyri ymsum útferðum, so sum toymisútferðir og virkisútferðir har luttakararnir hava møguleika at royna seg í fjallatúrum, síging, kajakrógving o.ø. Tað er felagið NAX, sum stendur fyri hesum. Les meira á nax.fo.
Visit Faroe Islands hevur givið út tilfar um ymisk ferðamál í økinum, sum er at fáa á kunningarstovunum kring landið. Les meira á VisitFaroeIslands.com.
Eisini ber til at síggja fleir túrar í fjøllunum á www.hiking.fo