Saksun

Saksun

Í Saksun finna vit eina gamla bóndabygd við stórum markatali - 29 merkur - til tey 4 festini Svartá Fyri Niðan, Svartá Fyri Uttan, Á Kvíggjarhamri og Dúvugarðar. Harafturat er ein hálvmørk av ognarjørð. Hetta gevur grundarlag fyri munardyggum jarðarbrúki í lítlu bygdini, afturat øðrum arbeiði, sum er nærhendis. Fólkatalið hevur longi verið rættiliga avmarkað, men støðugt.

Sjáldsama og stórbæra landslagið dregur nógv vitjandi til sín: Saksunardalur, ið er heilar 10 kilometrar langur, Saksunarvatn við sínum sílum og laksi, pollurin, umframt Dúvugarð, sum er varðveittur í sínum upprunaliga líki. Har búleikaðust fólk fram til 1940, men seinni eru húsini gjørd til eitt forvitnisligt savn, har vit kunnu síggja, hvussu karmarnir vóru á einum vanligum føroyskum garði í gamla bóndasamfelagnum.

Skúli er ikki í Saksun, og tí ganga børnini í skúla í grannabygdunum.

Kirkja var í Saksun longu í miðøld, men hon var tikin av, samstundi sum trúbótin var í 16. øld. Hetta merkti, at bygdafólkið í øldir gekk langa vegin til Tjørnuvíkar, tá tey fóru í kirkju. Í 1858 var kirkjan tikin niður í Tjørnuvík og í ein ávísan mun endurnýtt í Saksun, tó ikki rættiliga í sama líki. Eitt nú eru veggirnir úr gróti, og ikki av viði, sum upprunaliga kirkjan hevði. Tí er tað mest innandura, at leivdirnar av gomlu kirkjuna eru at finna aftur. Í Tjørnuvík varð kirkja ikki bygd aftur fyrr enn í 1937.

Saksun man vera eitt eitt av mest vitjaðu ferðamálum í landinum. Landslagið er tiltikið fyri sín vakurleika og serstaka dám, og tí leggja mong ferðaløgd leiðina framvið Saksun.