Skótar
Skótar
Í Sundalagnum er eitt virkið skótalið, tað er skótaliðið Borgin í Hvalvík. Virksemið hjá skótunum er mennandi og lagað eftir aldursbólkum, so øll fáa nakað burturúr.
Sum skóti lærur ein mangt og hvat, men eisini at menna ein góðan hugburð mótvegis øðrum fólkum og at ferðast í felag í náttúruni. Skótar luttaka í ymsum kappingum og venjingum og fara eisini á legur.
Fyri nærri upplýsing um skótaliðið Borgina ber til at hyggja at facebook síðu teirra: Skótaliðið Borgin
teldupost: Gerdamortensen2606@gmail.com.
Leiðari er Gerda Mortensen, tlf.:580515
Fyrr var skótalið eisini á Oyri, nevnt skótaliðið Knúkur. Einki virksemi hevur tó verið har seinni árini. Fyri meiri kunning ber til at venda sær til Dávid Reinert Hansen tlf.: 221634