Trygdardepilin við Áir
Trygdardepilin við Áir
Trygdardepilin, sum er partur av Vinnuháskúlanum, er útgjørdur eftir galdandi krøvum. Virksemið fer fram eftir einari av IMO góðkendari góðskustýriskipan.
Skeiðini, ið verða hildin fyri sjófólki, lúka krøvini í STCW-konventiónini, og ásetingum frá føroyskum myndugleikum. Eisini verða skeið hildin í grundleggjandi eldsløkking, fyri starvfólki á virkjum og stovnum, ella einstaklingum.
Í novembur 2002 varð byrjað við at halda skeið fyri sløkkiliðsfólki, sum eru kravd eftir kunngerð frá Vinnumálaráðnum.
Deildarleiðari er Frífinn Nolsøe og skúlin hevur tlf. 350259, fartlf. 522263, t-postur: fn@vh.fo.
Les meira her.