Bussleiðin

Bussleiðin

Bussleiðin í Sunda kommunu hevur koyrt síðani 2. januar 2017. Síðst í 2018 varð samtykt av býráðnum at bussleiðin skuldi halda áfram í 5 ár og koyringin varð boðin út.

Í tí sambandi er nakrar broytingar gjørdar í ferðaætlanini. Ferðaætlan og yvirlit yvir busssteðgistøðini sæst í faldaranum, sum er borin í hvørt hús í januar 2019. Galdandi ferðaætlan er eisini tøk her.

Bussleiðin er ein ókeypis tænasta til borgarar í Sunda kommunu sum koyrir allar gerðandisdagar frá kl. 16.00 til 22.00.

Rís og rós um bussleiðina og ferðaætlanina kunnu sendast til sunda@sunda.fo

Á kortinum niðanfyri kanst tú síggja, hvar bussarnir eru staddir í løtuni. Trýst á kortið fyri at gera myndina størri og leita eftir ávísari bussleið. Gev gætur, at talgilda skipanin kann svíkja, soleiðis at ein bussur stendur í stað ella hvørvur av kortinum.