Frítíð
Frítíð
Tað er av stórum týdningi, at umstøður eru fyri einum fjøltáttaðum frítíðarvirksemi í Sunda kommunu. Ítróttarfeløgini og áhugafeløgini eru fleiri, og lívið úti á bygd gevur møguleikar fyri einum innihaldsríkum gerandisdegi á so mangan hátt, har ein fæst við tað ítriv, sum hugur er til.
Tað ber eisini til at nýta ein part av frítíðini í vetrarhálvuni til at læra nakað nýtt, ganga til fimleik í kvøldskúlanum ella taka lut í øðrum mentanartiltøkum. Sundakórið hevur verið virkið í nøkur ár og venur regluliga í vetrarhálvuni. Kommunan leggur stóran dent á, at borgararnir fáa tilboð, sum hava teirra serliga áhuga.
Sunda kommuna fer at virka fyri, at frítíðar- og trivnaðarøkið kann mennast og gerast enn fjølbroyttari, í samsvari við tey ynski, sum eru hjá fólki í Sundalagnum.