Listafólkabústaður í Tjørnuvík

Listafólkabústaðurin í Tjørnuvík - Eitt stað til skapan og hugsavnan
Í 2014 varð samstarvsavtala millum LISA og Sunda kommunu undirskrivað um at bjóða skúlan í Tjørnuvík sum listafólkabústað.
Listafólkabústaðurin kann leigast føroyskum og útlendskum listafólki og listaligt virksemi, skapan, hugsavnan og líknandi í eina viku upp í tríggjar mánaðir.
Tá sókt verður um uppihald í listafólkabústaðnum, skal ein stutt lýsing av, hvat listafólkið ætlar sær við uppihaldinum, CV, tekstir, myndir og/ella annað viðkomandi tilfar sendast við umsóknini.
Umsóknin skal sendast til lisa@lisa.fo.
Í 2019 varð ein forkunnugur filmur gjørdur av hollendska filmslistamanninum Martijn Bastiaans, um hvussu tað er at búgva í Listafólkabústaðnum í Tjørnuvík. Filmurin sæst her: