Endurnýtsla

Endurnýtsla

Á umhvørvisplássinum við Streymin ber til at lata inn lutir til endurnýtslu. Hevur tú gamalt innbúgv, lampur, steintoy, el-lutir, timbur og tílíkt, sum tú vilt sleppa av við, men sum er ov gott at koyra burtur, so kanst tú stuðla arbeiðnum hjá Dugna og á henda hátt gera títt til, at hugsað verður um umhvørvið og harvið minka um dálkingina.

Á umhvørvisplássinum við Streymin stendur ein bingja, ið er merkt "Dugni-Endurnýtsla". Her kanst tú seta innbúgv og lutir, sum tú vilt lata Dugna. Bingjan verður javnan flutt til endurnýtsluhøllina á Kambsdali, har lutirnir verða kannaðir, umvældir og vaskaðir, áðrenn teir fara inn í handilin, ið er opin allar vanligar gerandisdagar. Meira kann lesast um hetta á heimasíðuni hjá Dugna: www.dugni.fo